Tannstovan bjóðar eina breiða viftu av viðgerðum, sum allar eru á hægsta støði. Niðanfyri eru upplýsingar um tær ymsu viðgerðinar tannstovan hevur at bjóða.
-
Kanning og Fyribyrgjan
Kanning og fyribyrgjan er raðfest høgt á Tannstovuni Hetta er ein týgningarmikil partur av tannarøkt sum er grundalagið fyri góðari tannheilsu. -
Caries viðgerð
Caries diagnostik og viðgerð er útførd við teimum nýggjastu viðgerða hættunum og bert við tí besta tilfari. Donsku heilsumyndigleikar loyva bert “sølv fyllingar” í heilt serligum umstøðum og tískil verður tannfarva plast nýtt sum standard. -
Tannhalds viðgerð
Parodontosa er ein sjúka í tannhaldinum sum oftast kemur spakuliga og sníkjandi og versnar við aldrinum.Parodontosa kann gerða sera stóran skaða á tonnunum. Ymiskt er tó hvussu nógv hvør einstakur verður raktur av hesum. Orsøkin eru bakteriu vøkstur í munninum sum óforstýra gerða at tenn loysna. Tannstovan leggur stóran dent á parodontosu diagnostik og má hetta staðfestast so árla sum til ber. Hetta verður gjørt við regluligum kanningum. Viðgerð av parodontosu verður laga eftir hvørjum einstøkum patienti og verður gjørt við. -
Rótkanal viðgerð
Í teimum førum har nervin má beinast burtur úr tonnini, verður ein rótkanalviðgerð framd. Hendan viðgerð er tíðarkrevjandi og krevur neyva præsision fyri at besta úrslit skal koma burturúr. Til hetta endamál nýta vit bert tey mest framkomnu og dygdarbestu tólini. -
Kosmetisk tann viðgerð
Kosmetisk viðgerð tekur altíð støði hjá tørvi hjá tí einstaka. Hetta kann fevna um alt frá skiftan av mislittum fyllingum, broytan av skap, stødd ella placering av tonnum. Bleiking er eisini ein møguleiki umframt broytan av øllum “smílinum”. Eitt gjølla prát við patienti um tørv og ynski er neyðugt og síðan verður ein viðgerðar ætlan gjørd, umframt eina kostnaðarmetan. -
Krúnir/Brúgvar Implantat
Krúnu viðgerð kann verða neyðug tá líti eftir er av tonnini ella hon er vikna, soleiðis at ein vanlig fylling metist ikki at verða nóg sterk. Krúnir eru av ymiskum slagi verða gjørdar til ymiskar trupulleikar. Heil keramiskar krúnir úr Zirconium/aluminiumoxide ella keramiskar krúnir við einari styrkta kjarnu verður mest nýttar. Nógv framstig henda í samband við fremjan av krúnum og er Tannstovan altíð væl kunna um og frammaliga á hesum økjum. Brúgvar eru gjørdar av sama materiali sum krúnir og nýtast til at seta fyri har tenn mangla. Implantat viðgerð er somuleiðis ein nátturlig loysn har tenn manglar og er vorðin ein partur av tí vanligu viðgerð Vit vegleiða og meta sjálvandi altíð saman við patientinum um bestu loysn til ein og hvønn tørv.